Fíggjarligt óskil kostar fýra stig

Premier League: Nottingham Forest er í dag frátikið fýra stig

Nottingham Forest er aftur undir niðurflytingarstrikuni. Hetta hendir eftir, at felagið hevur fingið frátikið fýra stig, tí felagið ikki hevur klárað fíggjarligu krøvini fyri tíðarskeiðið 2020 til 2023.

 

Sambært reglugerðini kann eitt felag í mesta lagi hava eitt undirskot upp á 915 milliónir krónur fyri eitt trý ára skeið. Í sambandi við uppflytingina í 2022 keypti Nottingham Forest stórt inn. 42 spælarar fyri yvir 2 milliardir krónur. Hartil hevur felagið í tíðarskeiðnum 2020 til 2023 spælt tvey av kappingarárinum í næstbestu deildini. Tí kann undirskotið í mesta lagi verða um 500 milliónir krónur.

 

Everton fekk fyrr í hesum kappingarárinum frátikið 10 stig, tí felagið hevði ov stórt undirskot. Dómurin bleiv kærdur og Everton fekk fýra av teimum frátiknu stigunum aftur. Tað væntast eisini, at Nottingham Forest fer at kæra.

 

Teirra besta kort er sambært Daily Mail, at felagið í august í fjør seldi Brennan Johnson til Tottenham fyri beint yvir 400 milliónir krónur. Hetta telur ikki við í roknistykkinum fyri 2020 til 20203, men kemur inn í kappingarárið 2023/24. Her kann felagið vísa á ein vilja, at fáa javnvág í rokniskapin.

 

1Arsenal28204470:2464
 2Liverpool28197265:2664
 3Manch. City28196363:2863
 4Aston Villa29175760:4256
 5Tottenham28165759:4253
 6Manch. Utd281521139:3947
 7West Ham29128946:5044
 8Brighton28119850:4442
 9Wolves281251142:4441
 10Newcastle281241259:4840
 11Chelsea271161047:4539
 12Fulham291151343:4438
 13Bournemouth28981141:5235
 14Crystal Palace28781333:4829
 15Brentford29751741:5426
 16Everton28871329:3925
 17Luton29571742:6022
 18Nottingham F.29671635:5121
 19Burnley29452029:6317
 20Sheffield Utd28352024:7414