Í várfrágreiðing síni ávaraði Búskaparráðið staðiliga um, at fíggjarliga haldføri í føroyska búskapinum var ov vánaligt. Hóast støðan í dag er góð, so er vandi á ferð.
- Hyggja vit hinvegin eini 10 til 20 ár fram í tíðina, og samstundis at minni eyðsýndum merkjum í føroyska búskapinum, so er eingin ivi um, at avbjóðingar liggja fyri framman, sum kunnu hótta materiellu vælferðina og vælferðarsamfelagið, skrivar Búskaparráðið.
Demografisku broytingarnar fara at trýsta almennu útreiðslurnar upp eftir, meðan almennu inntøkurnar ikki fara at megna at fylgja við.
Útrokningarnar hjá Búskaparráðnum vísa, at haldføris-indikatorurin hjá almenna geiranum í Føroyum er -5 prosent, tað vil siga, at útreiðslurnar og inntøkurnar hjá almenna geiranum skulu tillagast við á leið 750 milliónum krónurm hvørt ár, skrivar Búskaparráðið.
- Tað hevur skund at gera tillagingar sum mótsvar. Jú longri vit bíða, jú tyngri verður uppgávan og upptakið, skrivar Búskaparráðið.
Búskaparráðið fer nú at skipa fyri eini ráðstevnu um fíggjarligt haldføri. Høvuðsrøðari verður John Smith, ið er stjóri á danska búskaparráðnum. Eisini skulu Sverri Hansen, formaður í føroyska búskaparráðnum, Jón Joensen frá Hagstovuni, Kári Petersen frá Fígging Landsins og Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, halda røðu.
- Á ráðstevnuni fáa vit vónandi varpað ljós á nøkur ivamál - og til dømis svarað nøkrum viðkomandi og alneyðugum spurningum, skrivar Búskaparráðið.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 18. mai.









