Meðan føroyskir politikarar tosa um at lata tað privata byggja havrannsóknarskip, sum tað almenna so kann leiga til rannsóknir, hava íslendingar valt eina eitt sindur ørvísið loysn.
Støðan er tann, at íslendska havrannsóknarstovan hevur ikki pening til at gera botnfiskakanningarnar, sum verða gjørdar á hvørjum heysti. Tí hevur fiskimálaráðið givið rannsóknarstovuni heimild til at bjóða rannsóknirnar í heyst út, soleiðis at fiskiskip kunnu bjóða sær til at gera rannsóknirnar og fáa kvotu afturfyri.
Jóhann Sigurjónsson, stjóri á havrannsóknarstovuni, sigur við in.fo, at á hendan hátt hevur stovnurin ongar fíggjarligar útreiðslur av rannsóknini í heyst. Hinvegin verða tað fólk hjá stovninum, sum koma at standa fyri kanningunum.
Undanfarin ár hevur havrannsóknarstovan brúkt tvey av sínum skipum til heystkanningarnar, men orsakað av sparingum letur hetta seg ikki gera í ár. Vantandi játtan hevur m. a. við sær, at annað av teimum báðum havrannsóknarskipunum, Bjarni Sæmundsson, verður lagt tíðliga í summar.









