Koronasmittan hevur taklað næstan allan heimin, so hann liggur á knæ. Tað merkist eisini aftur í fótbóltinum. Størsta smittukeldan hjá koronasmittuni er kropsveska, sum ger ítrótt útsettan sum smittukeldu.
Tað er orsøkin til, at formaðurin fyri heilsuráðið hjá FIFA, belgiski Michel D’Hooghe, ynskir at banna spýting á vøllinum. Tað er ikki óvanligt at síggja spælarar spýta á vøllin, meðan teir spæla, men tað skal geva gult kort, sigur hann við belgiska blaðið Het Laatste Nieuws.
- Tað at spýta er ikki óvanligt at síggja á vøllinum, men tað verður helst broytt í framtíðini. Eg haldi at tað er hevði verið rætt at banna tí. Um tað verður lætt at implementera, tað er ein annar spurningurin. Tað kundi givið gult kort, sigur Michel D’Hooghe.
Føroyskur fótbóltur rullar aftur 9. mai. Í Týsklandi verður mælt til at spæla við masku og feløgini í 1. og 2. Bundesliguni hava boðað mynduleikunum frá, at teir eru til reiðar at spæla frá 9. mai. Úr Onglandi verður sagt, at 8. juni er málið fyri at byrja at spæla restina av hesum Premier League kappingarárinum. UEFA hevur útsett EM 2020 til á sumari 2021.