Tað verður mangan tikið til, at hevði fyrrverandi FSF-forsetin, Torleif Sigurðsson, sáli ikki stríðst manniliga saman við øðrum góðum monnum at vinna okkum FIFA og UEFA limaskap, so høvdu vit enn bert havt oyggjaleikirnar, sum okkara fremstu avbjóðing.
Í dag fekk pinkulandið á iberisku hálvoynni, Gibraltar at sanna, at tað er ikki lætt at vinna sær ein limaskap í einum altjóða ítróttarfelagsskapi uttan at hava fullveldi.
Hóast Gibraltar er limur í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, so merkir tað ikki, at landið automatiskt gerst limur í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Í dag hevði aðalnevndin hjá FIFA fund, og har var avgerð tikin um at sýta Gibraltar limaskap í FIFA, hóast pinkulandið hevur limaskap í UEFA.
FIFA-forsetin, Sepp Blatter fortaldi fótbóltstíðindamonnum, at orsøkin til hesa avgerð er, at aðalnevndin í FIFA roknar ikki Gibraltar at verða eina tjóð eftir altjóða reglum. Blatter staðfesti, at FIFA tekur bara nýggj limalond inn, sum eru suverenir statir.
Fótbóltslandsliðið hjá Gibraltar sleppur sostatt ikki at taka lut í HM-undankappingini, sum byrjar í 2016.
Her heima í Føroyum kunnu vit bert takka Torleifi Sigurðsson og øðrum undangongumonnum, at teir tóku stigið, áðrenn tað var ov seint at fara uppí FIFA og UEFA.










