FIFA styrkislistin dagførdur

Føroyar er farið 2 pláss aftur í seinasta FIFA styrkislistanum.

Føroyar er farið frá plássið nummar 170 til 172, sum Føroyar deila við Aruba.

 

Hetta skyldast tó ikki at Føroyar hava mist FIFA-stig, men av tí at Føroyar eru yvirhálaðar av Pakistan og Nepal.

Í hølunum á Føroyum eru Solomon Oyggjarnar og meistararnir frá seinastu Oyggjaleikunum, Bermuda.

 

Tað hægsta ið Føroyar nakrantíð hevur ligið á FIFA styrkislistanum er nummar 112. Tað lá Føroyar í 1999.

 

Tey 10 ovastu londini á nýggja FIFA listanum eru hesi.

 

1. Spania

2. Týskland

3. Argentina

4. Portugal

5. Kolumbia

6. Sveits

7. Uruguay

8. Italia

9. Brasilia

10. Holland