FIFA ásetti nýggjan dyst

Eitt grovt dómaramistak hevði við sær, at dysturin millum Usbekistan og Bahrain skal spælast umaftur
Hetta hevur FIFA gjørt av, eftir at ein heldur margháttlig hending tók seg upp í dystinum.
Usbekistan vann dystin 1-0, men líkt var til, at sigurin skuldi gerast enn tryggari, tá teir fingu brotsspark. Tá hetta varð skotið, kolldømi dómarin sparkið, tí áleyparar vóru komnir í brotsteigin, áðrenn sparkað varð, og tað hevur hann sum so allan rætt til.
Men heldur enn at døma nýtt brotsspark, gav dómarin fríspark til Bahrain, sum soleiðis fekk ein fyrimun, sum avgjørt ikki er í tráð við lógina. Og tí hevur FIFA gjørt av, at dysturin skal spælast umaftur.