FIFA herðir dopingreglan

Altjóða fótbóltssambandið FIFA tekur nú stig til, at dopingreglurnar hjá felagsskapinum verða gjørdar strangari. Hetta hevur leingi verið eitt krav frá anti-dopingfelagsskapinum WADA, men FIFA hevur ikki vilja viðurkent kravið og hevur havt sínar egnu reglur. Altjóða ítróttardómstólurin CAS hevur gjørt greitt, at FIFA skal eftirlíka krøvunum frá WADE, og nú verða broytingar gjørdar undan HM-endaspælinum í Týsklandi í summar.