Skotland, Wales, Norðurírland og Ongland hava eina søguliga serstøðu í altjóða fótbólti. Londini hava øll síni fótbóltslandslið, hóast Bretland formliga er ein tjóð í altjóða viðurskiftum.
Men hendan serstøðan er nú undir hørðum trýsti, orsaka av olympisku summarleikunum, sum verða í London í 2012. Teir sum skipa fyri olympisku leikunum í London ganga við einum brennandi ynski um, at Bretland stillar við einum felags fótbóltsliði.
Skotar hava tó frá byrjan sagt, at teimum dámar ikki hesa verkætlanina. Skotar eru eins og walisarar og norðurírar bangnir fyri, at FIFA fer at brúka eitt felags bretskt OL-lið, sum undanførslu til at niðurleggja fótbóltsambondini í Skotlandi, Wales og í Norðurírlandi. Og nú boðar skotska fótbóltssambandið, SFA frá, at FIFA-forsetin, Sepp Blatter, hevur hótt við at taka serstøðuna burtur hjá teimum bretsku landsliðunum. Hetta hevði ført til, at talan hevði verið um eitt felags bretskt landslið, sum hevði verið dominerað av enskum spælarum.
- Harra Blatter segði við meg til ein døgurða, um vit blivu partur av einum felags bretskum OL-landsliði, so kom okkara serstøða at verða í vanda. Eg var skelkaður, tá hann bar boðini fram. Eg hugdi yvir á Lord Triesman og Sir David Richards hjá enska fótbóltssambandinum, sum eisini vóru paff, sigur formaðurin í skotska fótbóltssambandinum, George Peat til Sky Sports.
Missa atlondini, Skotland, Wales og Norðurírland sína serstøðu, so er eingin ivi um, at tað eisini fær fylgjur fyri Føroyar.










