Vitjanin kom í lag, tá forsetin og aðalskrivarin í FSF fyrst í maj vóru á vitjan hjá FIFA. Undir vitjanini bjóðaði forsetin í Fótbólsambandinum Joseph S Blatter at vitja FSF og hesi innbjóðing hevur forsetin í FIFA nú tikið av.
Joseph S Blatter skal undir vitjanini, umframt at heilsa uppá umboð fyri FSF, eisini hitta Kaj Leo Johannesen, løgmann. Tórshavnar Býráð fer eisini saman við FSF at skipa fyri eini samkomu fyri innbodnum.
- Tað er ein sera stórur heiður fyri okkum, at forsetin í FIFA kemur til Føroyar. Hettar er uttan iva ein av stórstu vitjanum Føroyar nakrantíð hava havt innan ítróttarøkið. Tað hevur sera stóran týdning fyri FSF at hava eitt gott og tætt samband við FIFA, og vitjanin av Blatter er eisini eitt gott íkast til at gera Føroyar og føroyskan fótbólt kendan í útlondum, sigur Christian Andreasen, forseti í FSF.