FIFA forsetin bjóðaður mutur

 

Sepp Blatter sigur seg hava fingið bjóðan mutur, men valdi at senda pengarnar retur. Hann hevur eisini eitt boð upp á eftirkomarin hjá sær.

 

Tað hevur verið nógv skrivað um altjóða fótbóltssamgonguna, FIFA, síðani tað gjørdist greitt, at Russland og Quatar skulu verða vertir fyri HM endaspølinum í ávíkavist 2018 og 2022. Sepp Blatter ætlar at stilla upp til komandi foresta val, men sigur tað verða sítt seinasta.

 

Sterkastu ákærurnar móti FIFA í samband við atkvøðugreiðsluna um hvar HM endaspølini skulu leikast var mutur. Serliga enskir miðlar hava verið grammir eftir at teirra kom upp á HM 2018 bara fekk eina atkvøðu. Undan atkvøðugreiðsluni avdúkaði enskir miðlar tveir av liminum í FIFA fyri at taka móti mutri. Teir mistu baðir sín rætt at atkvøða. Nú avdúkar Sepp Blatter sjávur, at hann eina ferð fekk bjóða mutur í tíðini sum general sekriterur í FIFA.

 

- Eg fekk ein brævbjálva við pengum í. Eg fekk ikki sagt nei, tí hann var koyrdur beinleiðis í lumman hjá mær. Tá eg kom til høvðuskontórið hjá FIFA gav eg pengarnar til fíggjardeildina hjá okkum og bað teir seta pengarnar í ein banka so viðkomandi, sum hevði givið mær pengarnar, kundi avheinta teir aftur, sigur Sepp Blatter sambært The Guardian.

 

FIFA forsetin lovar eisini at fara í herðna móti mutri í altjóða fótbóltssamgonguni um hann væl at merkja verður afturvaldur. Hesa ferð verður tað stríðsval, tí Mohamed Bin Hammam hevur kunngjørt, at hann er til dyst fús. Sepp Blatter hevur eisini eitt boð upp á hvør skal taka við eftir honum, um hann vinnur komandi val.

 

- Tað eru fleiri góð boð, men besta boðið er Michel Platini. Starvið passar honum væl, sigur Sepp Blatter.

 

Sepp Blatter hevur sjálvur verið fyri nógvum ákoyringum um mutur og annað, men lovar nú at kanna at FIFA sum tað ? men bara um hann verður afturvaldur. Valið verður 1. juni í ár.