FIFA forsetaval: Her er nýggi FIFA forsetin

Vit fylgja FIFA forsetavalinum, sum er í dag

Mynd: (Christian F. Andreasen/Facebook) Christian F. Andreasen og Gianni Infantino

17.00: Vit hava ein nýggja FIFA forseta. Talan er um Gianni Infantino úr Sveis, sum vit føroyskum stuðli hevur vunnið FIFA forsetavalið.

Gianni Infantino: 115 atkvøður

Sheikh Salman bin Ebrahim al-Khalifa: 88 atkvøður

Prince Ali bin al-Hussein: 4 atkvøður

Jerome Champagne: 0 atkvøður

15:56: Tað tekur langa tíð at atkvøða, tí forsetin í hvørjum av teimum 207 londunum skal upp at atkvøða við hond. Tað gevur tó eisini gestunum ein møguleika, at heilsa upp á hvønn annan. Sum tit síggja á myndini, so heilsar Christian F. Andreasen, FSF forseti, upp á Gianni Infantino, sum er forsetaval. FSF hevur alment stuðla Gianni Infantino.

15:11: Atkvøðurnar eru nú taldur upp. Greitt er, at tað verður eitt 2. umfar av atkvøðugreiðsluni

Gianni Infantino: 88 atkvøður

Sheikh Salman bin Ebrahim al-Khalifa: 85 atkvøur

Prince Ali bin al-Hussein: 27 atkvøður

Jerome Champagne: 7 atkvøður

14.49: Allir 207 limirnir í FIFA, altjóða fótbóltssamgonguni, hava nú atkvøtt. Føroyar hava atkvøtt fyri Gianni Infantino, sum er aðalskrivari fyri UEFA.

Undan degnum í dag var Sheikh Salman bin Ebrahim al-Khalifa favorittur at vinna. Hinir báðir, sum enn eru við í valinum eru Prince Ali bin al-Hussein og Jerome Champagne.

Maðurin við sermerkta navninum Tokyo Sexwale valdi at gevast.