Altjóða Fótbóltssamgongan, FIFA, umhugsar at loyva fimm útskiftingum, tá fótbólturin byrjar aftur. Hetta fyri at spælarar ikki skulu fáa skaðar og verða trýstir og nógv, nú líkt er til at tað skulu spælast nógvir dystir upp á stutta tíð.
FIFA-umboð: Gult kort fyri at spýta
Hvørt lið skal fær fimm útskiftingar og eina afturat, um tað er longd leiktíð, sigur ein talsmaður fyri FIFA við The Guardian.
Í løtuni er loyvi at brúka tríggjar útskiftingar. Í hesum uppskotinum verður mælt til, at tað bara er loyvi at skifta út tríggjar ferðir í dystinum, men at talið av útskiftarum kann verða fimm. Hetta fyri at tað ikki skulu verða upp til tíggju steðgir, um bæði liðini á vøllinum velja at skifta fimm ferðir í part. Ætlanin er, at hetta reglugerðin skal verða galdandi fyri komandi kappingarár eisini.











