Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur í dag dagført styrkilistan. Fáir landsdystir hava verið, so talan er um fáar broytingar. Ein av teimum er tó søguligt. Ísland er fari tvey pláss fram, og er nú nummar 18 á heimsstyrkilistanum. Tað er nýtt met.
Føroyar hava ongan dyst spælt, men eru farnar eitt pláss fram á listanum, so vit nú eru nummar 96. Ongin broyting er á topp tíggju listanum, har Týskland framvegis er styrkismet sum heimsins sterkasta fótbóltstjóð.
Topp tíggju og útvald lond:
1. Týskland
2. Brasil
3. Portugal
4. Argentina
5. Belgia
6. Spania
7. Pólland
8. Sveis
9. Frakland
10. Kili
12. Danmark
14. Italia
16. Ongland
18. Ísland
19. Svøríki
56. Noreg
96. Føroyar