FIFA: Føroyar eitt pláss fram

Vit eru tvey pláss frammanfyri Norra

Nýggjasti FIFA styrkilistin er kunngjørdur í dag. Føroyar fara eitt pláss fram á listanum og eru nummar 82. Tað er tvey pláss frammanfyri Norra. Føroyar hevur ongan dyst spælt í hesum tíðarskeiðnum.

 

Ongar broytingar er millum tíggju tey fremstu londini, har Argentina framvegis er nummar eitt. Brasil er á øðrum plássi, meðan heimsmeistararnir úr Týsklandi eru á triðja plássi.

 

Føroyar spæla aftur 25. mars. Tað er í HM 2018 undankappingini á útivølli móti Andorra.