FIFA Best: Hallur valdi øðrvísi enn hini

Liðskiparin á føroyska landsliðnum valdi heldur øðrvísi enn flestu av hinum

Í kvøld hevur FIFA Best heiðurslønirnar verið. Her eru tað liðskiparar á landsliðunum, landsliðsvenjarar og eitt fjølmiðlaumboð frá hvørjum landi, sum atkvøða.

 

Robert Lewandowski úr Bayern Munchen bleiv nummar eitt, Lionel Messi úr Paris Saint Germain bleiv nummar tvey og Mohamed Salah úr Liverpool bleiv nummar trý. Tað stemmar partvís við tað, sum føroysku umboðini atkvøddu fyri.

 

Hallur Hansson atkvøddi eitt sindur øðrvísi, enn endaliga støðan. Hann atkvøddi fyri N’Golo Kanté nummar eitt, Kylian Mbappé nummar tvey og Cristiano Ronaldo nummar trý.

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, rakti eitt sindur betri í mun til endastøðuna. Hann atkvøddi fyri Mohamed Salah nummar eitt, Robert Lewandowski nummar tvey og Erling B. Håland nummar trý.

 

Umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar er Símun Christian Olsen úr Kringvarpinum. Hann hevði Lionel Messi nummar eitt, Mohamed Salah nummar tvey og Robert Lewandowski nummar trý.