FIF tapti triðja dystin á rað

FIF tapti tepurt fyri Midtjyllandi

Leivur Mortensen, Bogi Hansen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í FIF spældu í kvøld heimadyst móti Midtjyllandi á Frederiksberg í Keypmannahavn.

 

Midtjylland vann ein tepran 31-30 sigur. Í steðginum var útiliðið á odda 17-12. FIF var væl betri við í seinna hálvleiki, men teir vóru eitt mál ov stuttir til at fáa stig.

 

Talan var um triðja tapið á rað hjá FIF, ið liggur næstaftast í deildini við tveimum stigum fyri fimm teir fyrstu dystirnar í kappingini.

 

Leivur var næstbesti málskjúttin hjá FIF við seks málum. Bogi og Jónas skutu eitt mál hvør.

 

Lemvig-Thyborøn uttan Kjartan Johansen á liðnum vann á heimavølli 36-33 (19-16) á Rækker Mølle.

 

Lemvig-Thyborøn er triðfremst í deildini við seks stigum.