Fyrrverandi kubanski forsetin Fidel Castro hevur skrivað sínar endurminningar. Tað fyrsta bindið, sum er knappliga 900 síður, snýr seg um bardagan ímóti stýrinum hjá Fulgencio Batista.
-Satt at siga væntaði eg ikki, at eg fór at fáa hetta liðugt, sigur Fidel Castro, sum noyddist at lata valdið frá sær fyri fýra árum síðani av heilsuávum.
Í fyrsta umfari koma endurminningarnar hjá Castro út í 10.000 eintøkum, men 50.000 eintøk verða prentað afturat seinni. Eitt bind kemur afturat, skrivar Reuters.










