Fiólspælari til vetrar-OL

Fiólspælari hevur vunnið sær luttøku í olympisku vetrarleikunum

Tá ið olympisku vetrarleikirnir í næsta mánaði verða hildnir í russiska býnum Sotji, verður ein av luttakarunum 35 ára gamla Vanessa Mae. Í sær sjálvum er einki undarligt við, at ein kvinna í góðum aldri luttekur í OL. Men søgan um Vanessa Mae er eitt sindur øðrvísi enn vanliga ítróttarsøgan, tí Vanessa Mae er heimskendur fiólspælari. Hon hevur við sínum popputa fiólspæli selt milliónir av fløgum kring heimin.
Vanessa Mae er fødd í Singapore og er bretskur ríkisborgari, men í OL fer hon at umboða Thailandi, haðani pápi hennara er ættaður.
Síðani Vanessa var barn hevur hon staðið á skíðum, og tað dugir hon so væl, at hon herfyri megnaði kravtíðirnar til vetrar-OL, tá ið hon var við í skíðkapping í Slovenia.
Hon fer at luttaka undir navninum Vanessa Vanakorn, ið er eftirnavnið hjá pápa hennara.