FH-venjarin: Tað verður torført ímóti Víkingi

Venjarin hjá íslendska meistaraliðnum, FH, Heim­ir Guðjóns­son væntar ein sera torføra uppgávu ímóti føroysku meistarunum

Heim­ir Guðjóns­son eitur høvuðsvenjarin hjá íslendska meistaraliðnum, FH. Hann og spælararnir hjá honum fingu ein skelk ígjár, tá FH á heimavølli tapti 0-2 ímóti botnliðnum, Víkingi Ólafsfirði.

 

Aftaná dystin spurdi Morgunblaðið Heimir Guðjónsson um vónirnar til tær báðar uppgerðirnar, sum bíða ímóti føroyska meistaraliðnum, Víkingi: - Hetta verður ein torførur dystur. Víkingur er eitt framúr gott lið. Teir eru væl skipaðir, og teir hava skjótar menn har frammi á vøllinum. Aftaná dystin ímóti Víkingi Ólafsfirði hava allir innsæð, at skulu vit røkka góðum úrslitum, so verða vit noyddir at spýta á lógvarnar, slær Heimir Guðjónsson fast. 

 

Heimir Guðjónsson var eisini spurdur av Morgunblaðnum, um góð úrslit í Champions League kappingini høvdu lyft stemningin í FH, sum hevur havt trupuleikar við at endurfinna meistaraformin teir høvdu undanfarna kappingarár: - Ja vónandi, svarar Heimir Guðjónsson til tann spurningin.

 

Klokkan 19.15 mikukvøldið verður tann fyrra uppgerðin millum FH og Vìking á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Seks dagar seinni verður returdystur á Tórsvølli til tað, sum til ta tíð framvegis er ein opin og spennandi uppgerð.

 

Heimir Guðjónsson fer so ikki at undirmeta Víking, og Gunnar Nielsen, sum verjir málið hjá FH undirstrikaði tað sama í samrøðu við Rás2 farna týskvøld.