FH stóð eftir við svartaperi

Bert málmunurin skildi FH frá KR í stríðnum um tað seinasta Europa League plássið

Íslendska landskappingin endaði í dag. Íslendingar hava altíð syrgt fyri at sleppa undan at spæla avgerandi dystir í oktober, sum má metast at verða ein rættiliga klók avgerð.

 

Føroyingaliðið, FH við Gunnari Nielsen, Brandi H. Olsen og Jákupi Thomsen í byrjanaruppstillingini vann góðan 1-0 útisigur á Stjarnuni, men tað var ikki nóg mikið at vinna liðnum luttøku í Europa League kappingini komandi summar. Kappingarneytin, KR vann 3-2 á Víkingi og gjørdist nummar fýra við 37 stigum og málmuninum pluss 11. FH endaði á fimta plássi við 37 stigum og málmuninum pluss átta. Sostatt endaði FH við svartaperi, og tí man tað verða lítil uggi hjá Brandi H. Olsen, at hann skoraði sigursmálið hjá FH.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði til 4-2 tá hann og liðfelagarnir í ÍBV á útivølli vunnu 5-2 á René Shaki Joensen og liðfeløgum hansara í Grindavík. René Shaki Joensen fekk gult kort í dystinum.

 

Valur sum møguliga er komandi liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdist íslendskur meistari. Valur vann 4-1 á Keflavík á heimavølli. Breiðablik gjørdist nummar tvey í pepsideildini, Stjarnan nummar trý og KR nummar fýra. Tey trý føroyingaliðini, FH, ÍBV og Grindavík endaðu øll í "ongamannalandi" tá samanum kom. 

 

Endaliga støðan í Pepsideildini: 

 

1

Valur

22

13

7

2

50

24

26

46

2

Breiðablik

22

13

5

4

39

17

22

44

3

Stjarnan

22

11

7

4

45

26

19

40

4

KR 

22

10

7

5

36

25

11

37

5

FH 

22

10

7

5

36

28

8

37

6

ÍBV 

22

8

5

9

29

31

-2

29

7

KA Akureyri

22

7

7

8

36

34

2

28

8

Fylkir

22

7

5

10

31

37

-6

26

9

Víkingur Reykjavík

22

6

7

9

29

38

-9

25

10

Grindavík

22

7

4

11

26

37

-11

25

11

Fjølnir

22

4

7

11

22

44

-22

19

12

Keflavik

22

0

4

18

11

49

-38

4