Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í íslendska meistaraliðnum FH hava spennandi uppgávu í Champions League undankappingini í kvøld klokkan 20.15 á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í Íslandi.
FH tekur ímóti írska meistaraliðnum, Dundalk í øðrum undanumfarinum í Champions League kappingini. Gunnar Nielsen og liðfelagarnir hava eitt gott útgangsstøðið frá tí fyrra dystinum í Írlandi, sum endaði við javnleiki 1-1. Eydnast tað FH at vinna seg víðari bíðar eitt spennandi lutakast í triðja undanumfarinum.
Við íslendska Morgunblaðið sigur møguligi komandi føroyski landsliðsspælarin, Davíð Þór Viðarsson, liðskipari hjá FH: - Dundalk spælararnir eru ógvuliga sterkir likamliga. Tá vit spældu á útivølli var talan um eina ógvuliga tætta uppgerð, har liðini vóru sera jøvn. Teir høvdu bóltin meiri enn vit, men tað er ikki so óvanligt hjá okkum, tá vit spæla á útivølli í Evropa. Men eg staðfesti, at vit verða til reiðar til at stríðast fyri at vinna okkum víðari, sigur Davíð Þór Viðarsson í samrøðu við Morgunblaðið.
Tá FH spældi í Dundalk sat Sonni Ragnar Nattestad á beinkinum uttan at koma á vøllin.









