Íslendska meistaraliðið, FH er ikki longur ósigrað í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, pepsideildini.
Í dysti í fjórða umfari á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum tapti FH 1-2 ímóti Fjølnir. Fjølnir fekk bæði síni mál uppá góðar stútarar, sum føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen ikki kundi verja fyri. Ivica Dzolan legði Fjølnir á odda tá 44 minuttir vóru farnir. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Emil Pálsson fyri FH. Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini tryggaði Þórir Guðjónsson Fjølnir øll trý stigini.
Sambært Morgunblaðnum hevði FH væl meiri av málmøguleikum enn Fjølnir, har teir eisini raktu tvørstongina, men Fjølnir kendi sína vitjanartíð, og tók eisini av møguleikunum.
FH liggur nú á einum áttanda plássi, og teir hava ein torføran útidyst komandi sunnudag ímóti KR.
Støðan í pepsideildini:
1 | Stjarnan | 4 | 3 | 1 | 0 | 12:4 | 10 |
2 | Valur | 4 | 3 | 1 | 0 | 9:3 | 10 |
3 | KA | 4 | 2 | 1 | 1 | 8:5 | 7 |
4 | Grindavík | 4 | 2 | 1 | 1 | 8:8 | 7 |
5 | Fjölnir | 4 | 2 | 1 | 1 | 3:3 | 7 |
6 | ÍBV | 4 | 2 | 1 | 1 | 4:5 | 7 |
7 | KR | 4 | 2 | 0 | 2 | 5:6 | 6 |
8 | FH | 4 | 1 | 2 | 1 | 8:7 | 5 |
9 | Víkingur Reykjavík | 4 | 1 | 0 | 3 | 5:7 | 3 |
10 | Breiðablik | 4 | 1 | 0 | 3 | 5:9 | 3 |
11 | Víkingur Ólafsvík | 4 | 1 | 0 | 3 | 4:8 | 3 |
12 | ÍA | 4 | 0 | 0 | 4 | 7:13 | 0 |