FH Hafnarfjørður við Gunnari Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum hevði í gjár møguleika fyri at gerast íslendskur meistari, men við 1-1-javnleiki ímóti Vali var greitt, at teir máttu bíða eitt sindur enn.
Teir skuldu tó ikki bíða leingi. Breiðablik, sum var nærmasti eltari hjá FH, spældi í kvøld einans 1-1-javnleik heima ímóti ÍBV Vestmannaeyjar, og tað merkir, at teir ikki longur hava møguleika at hála seg inn á FH, sum harvið er blivin íslendskur meistari í kvøld.
Tríggir føroyingar fáa harvið gullheiðursmerki. Teir eru Gunnar Nielsen, sum hevur verið fyrstaval í málinum, Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hevur verið við inn ímillum, og Sonni Ragnar Nattestad, sum var við í hópinum nakrar ferðir áðrenn hann varð útleigaður til Fylkir.
Umframt heitið sum íslendskur meistari, so hevur FH Hafnarfjørður eisini tryggjað sær luttøku í Champions League-undankappingini komandi kappingarár.
Hetta er áttandu ferð, at FH er íslendskur meistari. Hinar ferðirnar var í 2004, 2005, 2006, 2008, 2009, 2012 og 2015.