FFU aðalfund í Norðurlandahúsinum

Umframt Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag, heldur eisini felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands (FFU) aðalfund í morgin. Aðalfundurin hjá FFU verður í Norðurlandahúsinum hin 28. desember - tað er týsdagin - og lagt verður fyri klokkan 15.

?Hví gera tað trupult, tá tað kann vera einfalt...??? spyr felagið í síni fundarfráboðan.

Lagt verður aftrat, at í sambandi við umlegging av skatting av sjómonnum í vinnu uttanlands, kemur umboð fyri TAKS at greiða frá á aðalfundinum.

TAKS fer at greiða frá broytingini, sum verður hin 1. januar 2011, eins og fiskimenn eisini kunnu seta spurningar.

Aðalfundurin verður annars hildin eftir viðtøkum felagsins.

Formaður í FFU er Jógvan Fagraklett (mynd), og næstformaður er Høgni W. Høgnesen.

Nýggir limir kunnu tekna seg hjá formanninum á tlf. 421129.