Carlton-málið
Einki røkist fyri, at Carlton-málið verður loyst í bræði. Skipið er til fiskiskap og landar í útlendskum havnum. Dekkarar og kokkur ganga framvegis heima, og í løtuni veit eingin, hvør endin verður á stríðnum millum reiðaríið og felagið hjá fiskimonnum.
Tað eru nú fimm vikur, síðan Fiskimannafelagið noktaði sínum limum at mynstra við Carlton, tí felagið metir, at reiðarin brýtir sáttmálan.
- Vit hava tosað við Føroya Reiðarafelag og biðið felagið syrgja fyri at hava skil á sínum limum, soleiðis at teir ikki bara gera, sum teir vilja. Vit hava ein sáttmála við reiðarafelagið og tað einasta, vit krevja, er, at sáttmálin verður hildin.
Eingin ábyrgd
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, ásannar, at reiðarafelagið eftir øllum at døma ikki vil taka neyðugu ábyrgdina, nú ein av teirra limum fer um sáttmálaøkið, sum honum sjálvum lystir.
- Sjálvandi eru vit vónsviknir, tí tá vit gera eina avtalu, vænta vit, at hon verður hildin. Men formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at teir kunnu ikki ”spæla politi”, hóast Hanus Hansen, reiðari, sjálvur alment hevur ásannað, at sáttmálin er brotin.
Jan Højgaard ásannar, at ein av stóru trupulleikunum er, at reiðaríið hevur gjørt avtalu við hini manningarfeløgini sum merkir, at yvirmenninir fáa ein størri part av ”køkuni” – og fiskimenn ein lutfalsliga minni part.
- Tað ber ikki til at gera avtalur við hini feløgini um hýrupart, sum síðan skal takast frá okkara limum. Slíkt kunnu vit ikki góðtaka, leggur hann dent á.
Næraberg
Vit spurdu eisini formannin í Fiskimannafelagnum, hví FF hevur gjørt sáttmála við Hanus Hansen um, at nýggi Næraberg, sum heldur ikki hevur nót, kann avroknast við 17,5% til manningina, tá ið hann krevur, at manningin á Carlton verður avroknað við 27%.
- Vit hava gjørt ein royndarsáttmála fyri Næraberg í fyribils eitt ár, men hesin sáttmáli var treytaður av, at málið um Carlton kom upp á pláss. Hetta kunnu fýra av okkara stjórnarlimum vátta. Sáttmálin um Næraberg er bæði skrivligur og í øðrum førum munnligur.
Jan Højgaard sigur, at soleiðis, sum støðan er, verður royndarsáttmálin við reiðaríið aftanfyri Næraberg ikki endurnýggjaður.
- Hanus Hansen hevur ikki yvirhildið sín part av avtaluni, og tí fara vit ikki at ganga við til leingjan av hesum sáttmála.
Hava meldað
FF hevur vegna limir sínar, sum nú eru í mynstringarbanni mótvegis Carlton, meldað reiðaríið fyri, at menninir ikki fáa sínar ognarlutir í land. Hetta eru klæðir og annað, sum lá eftir umborð, tá ið menninir fóru í land á seinasta túri fyri bannið.
- Jú, sjálvandi hava vit meldað reiðaríið, nú menn ikki fáa tað í land, sum teir hava liggjandi umborð. Men tað vísir seg, at her hendir einki. Summir persónar verða ikki revsaðir, og tað vísir seg, at teir næstan kunnu ganga ígjøgnum heilt, sum Jan tekur til.
Hann heldur ikki, at rættarskipanin virkar, sum hon eigur.
- Teir, sum fáa mest burtur úr hesi skipan, eru løgfrøðingarnir, sum at vísa seg ikki hava serliga stóran áhuga í, um vit hava rættvísi í Føroyum ella ikki.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum undrar seg yvir, at Fiskiveiðieftirlitið ikki fer út og tekur Carlton til lands.
- Tá ið eingin dekkari er við skipinum, og manningarskjølini ikki eru í lagi, verður lógin brotin. Tað er óskil, at skipið soleiðis sleppur at sigla ótarnað, sigur Jan Højgaard.










