Seinnapartin í dag skipaði Føroya Fiskimannafelag fyri móttøku í samband við, at felagið í dag - hin 14. november - hevur 100 ár á baki. Felagið er stovnað í 1911. Símun Pauli úr Kunoy úr Gøtu gjørdist fyrsti formaður, og Rasmus Rasmussen gjørdist skrivari í felagnum. Tað sermerkta er, at báðir vóru lærarar.
Væl av fólki var til móttøkuna í dag, har felagsformaðurin, Jan Højgaard, beyð vælkomin. Fyri góða matinum, sum borðreitt varð við, stóð matstovan Muntra í Fuglafirði við Poul Rustin, sum er gamal í garði á hesum øki. Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, segði eisini nøkur orð við móttøkuna.
Føroya Fiskimannafelag fekk blómur og gávur og ymiskar heilsanir á 100 ára degnum. Seinni í ár - ella hin 16. desember - fer felagið at halda føðingardagsveitslu á Hotel Føroyum, har limir við makum eru vælkomnir.
Vit kunnu skoyta uppí, at tilmelding til veitsluna fer fram á tlf. 311569 ella við telduposti: fo-fisk@olivant.fo í seinasta lagi hin 30. november 2011.