FF: Langt er á mál við eftirløn

- Neyðugt er at taka umboð fyri láglønt við upp á ráð, tá skipanir skulu smíðast, sum láglønt eru partur av, heldur Jan Højgaard

Landsfundur

 

Á landsfundinum í morgun ásannaði formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, at enn er langt á mál hjá fiskimonnum við eini nøktandi eftirløn.

- Tað hevur leingi ljóðað, at nú skal ein eftirlønarskipan skipast fyri allar føroyingar, men enn er henda skipan ikki sett í verk.

Felagsformaðurin segði seg vóna, at tey, ið smíða eina slíka skipan, hugsa um tann partin av fólkinum, sum ikki hevur eftirløn.

 

Stórur vandi

Jan segði seg síggja ein stóran vanda í, at tað eru fólk, sum sjálvi sita við stórari almennari løn umframt eftirløn, sum einasamøll sita og smíða eina eftirlønarskipan fyri allar føroyingar.

- Eg hugsi um vandan, tá slík fólk mangan hava ilt við at seta seg inn í støðuna hjá lágløntum við lítlari ella ongari eftirløn.

Jan Højgaard helt, at tað hevði gagnað øllum best, um umboð fyri láglønarbólkar eisini vóru við í arbeiðnum at smíða eina eftirlønarskipan í Føroyum.