Havnarmarðurin Janus Rasmussen hevur, saman við íslendska bólki sínum Bloodgroup, latið eina festliga útgávu úr hondum. Men ov langt er millum ordiliga góðu upplivingarnar á »Sticky Situation«.
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
* * *
Fyri jól kom fyrsta fløgan hjá íslendsk/føroyska bólkinum Bloodgroup, »Sticky Situation« á marknaðin. Ein funky fløga, ið best kann lýsast sum lívligur og festligur elektroniskur dansipoppur. Tað er trupult at sita stillur, meðan man lurtar eftir Bloodgroup. Tað ljóðar, sum um tey hava tað ordiliga stuttligt, meðan tey gera tað, og spæligleðin smittar lurtaran.
Fløgan er tó festligari, enn hon er góð. Tey ellivu løgini eru á tremur við samplingum og øðrum ljóðum, ið gera ljóðmyndina ágangandi og í ein ávísan mun spennandi, men samstundis er tað tó ov langt millum ordiliga góðu upplivingarnar.
Føroysk lama í Íslendskum systkinaflokki
Føroyska íkastið í bólkin er havnarmaðurin Janus Rasmussen, ið seinastu árini hevur búleikast í Íslandi. Í Bloodgroup samstarvar hann við unnustuna Lilju og beiggjar hennara Hall og Ragga.
Janus Rasmussen fekk sítt gjøgnumbrot á føroyska tónleikapallinum í Lama Sea. Á Planet Awards 2005 var hann í uppskoti sum ársins sangari, umframt, at Lama Sea var í uppskoti til heiðurslønirnar fyri besta nýggja tónleikanavn og ársins tónleikanavn.
Janus var longu kendur úr rokkbólkinum Speaker, men tað var við festliga og lívliga lama tónleikinum, at hann veruliga gjørdi vart við seg. Tað var eyðsýnt, at hetta var ein gávuríkur sangari og ein frálíkur oddamaður.
Hann hevur eisini saman við Lama Sea bassleikaranum Sakarisi Joensen gjørt tónleik undir navninum High Hat, og er eisini við á fløguni hjá Heiðriki.
Peppað og jarðbundið
Á »Sticky Situation« deilir Janus rampuljósið við Lilju, ið gevur tí ofta yvirdrivið peppaða vokalinum hjá Janusi eitt meira jarðbundið mótspæl, hetta riggar serliga væl á lagnum »The Carpenter«, ið telist millum tey bestu á fløguni. Hetta er ikki minst tí, at hetta lag á vokal økinum hevur eina góða balansu. Janus er so villur sum ongantíð áður, og Lilja fitt og jarðbundin. Tað, at Liljusa rødd ikki telist millum heimsins áhugaverdastu, ger, at man troyttast av henni rættiliga skjótt, og hetta telir niður fyri heildarupplivingina. Tað er ringt at lata vera við at hugsa, um løg sum »Moving Like a Tiger« og »What I Mean« ikki høvdu verið betur við eini aðrari songkvinnu, eins og verru løgini eitt nú »Chuck«, »Rain« og »Human Qualities« kundu verið hampilig, um songkvinnan var betur. Tað er fyrst og fremst í løgunum, har Janus hevur størra leiklutin, at fløgan veruliga fær flog, sum á áðurnevnda »The Carpenter« og á »Try On«. Undantøk eru tó eitt nú »Ain’t Easy«, har Janus ljóðar sum eina 80 ára parodi og »Red Egypt«, ið hevur eitt ótrúliga feitt Pet Shop Boys-kent niðurlag, og har Lilja er berandi røddin.
3 av 6 stjørnum fara til »Sticky Situation« hjá Bloodgroup.