Festivalur: Allar dyr opnar í Sørvági

- Festivalurin er ein familjuveitsla, har hugni er í hvørjum túni, og allar dyr eru opnar, sigur Jørgen Niclasen.

Tað verður Jørgen Niclasen, sum fer at siga frá og undirhalda við sangi og tónleiki á fullteknaða pensjónistakvøldinum í Sørvági í annaðkvøld. 

 

Jørgen Niclasen og Jákup á Stongum hava verið saman um tónleik í eina fjórðingsøld, og teir framførdu eisini á Sørvágs Country-og Bluesfestivali bæði tey fyrru árini. Men í ár hava teir eina pausu og fara ikki á pallin.

 

- Nú Sørvágs Country-og Bluesfestivalur verður um vikuskiftið og soleiðis á triðja sinni, fara vit ikki at framføra, men fara at njóta festivalin og hugnan, sum er í hvørjum túni í bygdini, meðan tiltakið er.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hetta eru dagar í Sørvági, har allar dyr eru opnar, og bygdin osar av hugna.

 

- Tað hevur verið ógvuliga stuttligt at verið partur av Sørvágs Country-og Bluesfestivali. Í ár helt Jákup á Stongum, at vit skuldu taka eina pausu og ikki verða við hesaferð, men eg ivist onga løtu í, at vit verða við aftur eitt annað ár, sigur hann.

 

Á myndini er Jørgen Niclasen avmyndaður saman við konu síni, Annelenu.