Festivallandið Føroyar

Seinastu festivalljósini eru slóknað og festivalárið 2005 eydnaðist sera væl við út í móti 20.000 seldum atgongumerkjum og vinningi til allar festivalarnar. Men longu nú eru fyrireikingarnar til festivalárið 2006 farnar av bakkastokki.

Summarið 2005 hevur verið størsta tónleikaárið nakrantíð í Føroyum, við MjúS, Jóansøkufestivali, G!, Ólavsøkukonsert og Summar Festivali hevur ein sonn popp og rokk innrás verið í Føroyum alt summarið.
Ongantíð áður hava so nógv heimsnøvn innan popp og rokk tónleikin vitja á okkara leiðum, og tað ber kanska enntá til at siga, at ongantíð fyrr hava so stór popp og rokk nøvn vitja her. Stór nøvn sum Brian McFadden, Ana Johnson, Nephew, Europe, Anne Linnet, Saybia, Tim Christensen og Shakin Stevens umframt hópin av spennandi útlendskum bólkum sum Afenginn, Hjálmar og Blue Foundation hava givið føroyingum eitt tónaríkt summar.
Allir festivalarnir mólu runt, nakrir við lítlum yvirskoti aðrir við fittligum yvirskoti, og allir við stórum ætlanum um festivalárið 2006. Planet.fo hevur ringt runt og spurt festivalarnar um hvussu fyrireikingarnar til 2006 ganga. Onkur tosar um samstarv, aðrir hava mest hug til at ilskast inn á onnur, men allir siga at 2006 verður størri enn 2005.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Steintór Rasmussen, Summar Festivalurin 4.-6. august 2006
 
Vit hava gjørt eftirmetingar og eru sera væl nøgd. Tað er eisini gott at síggja at so nógvir festivalar hava verið og at allir hava borið seg. Hetta er aðru ferð at vit skipa fyri festivalinum, og vit gjørdu okkum nógvar áhugaverdar royndir. T.d. bara tað at eitt so stórt tiltak ber til og tað, at veðrið ikki hevur alt at siga. Í ár royndu vit at hava tiltakið fríggjadag og leygardag, og tað riggaði væl.
Vit fingu eisini roynt økið av í ógvuliga vátum veðri; tað regnaði í eina heila viku, og alíkavæl toldi bøurin trýstið av nógvum túsund áhoyrarum, tí eru vit eisini farin at umhugsa næsta ár at hava okkurt sunnudag.
Fyrireikingarnar til 2006 eru ikki komnar so langt. Men vit hava avgjørt at halda fast í sama konsepti. Tónleikurin skal fevna breitt, við tónleiki og tiltøkum sum venda sær til familjur, og so við nøkrum aktuellum nøvnum sum venda sær til ungdómin. Vit vita væl at tað er ringt at gera øllum til vildar, men vit fara at royna.
Vit settu eitt sera høgt støði í ár og ætla okkum ikki at taka støðið niður. Vit ætla heilt víst at hava dagsaktuell nøvn aftur næsta ár. 
Harumframt skulu tilboðini til børn og barnafamiljur gerast betri. Tey vóru ikki partur av festivalinum í ár, men vit hugsa um at gera barnaarmbond, sum geva atgongd til barnatiltøk og annað fyri børn.
Vit hugsa eisini um at gera økið enn størri, og at umskipa tað eitt sindur.
 
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Katrin Petersen, MjúS 24. juni 2006
 
Hetta var fyrstu ferð, at vit skipaðu fyri MjúS og vit hava lært nógv. Fyrst og fremst at byrjast skal í betri tíð. Vit eru so smátt farin at fyrireika 2006. Vit hava m.a. avgjørt at halda festivalin sama vikuskiftið næsta ár, tó er enn ikki avgjørt, um hann skal vera ein ella tveir dagar.
Vit vurderaðu eitt sindur aftur og fram, um vit skuldu flyta MjúS av jóansøku vikuskiftinum, men vit síggja ongan vinning fyri okkum í at flyta festivalin. Vikuskiftið áðrenn ganga tey ungu enn í skúla, og vikuskiftið aftan á er tættari við G!.
Eg haldi at eisini, at ummælið av jóansøkufestivalinum, sum kom á planet.fo sunnumorgunin eftir konsertina, var so himmalrópandi positivt, at tað vísti at pláss var fyri báðum tiltøkum. So tað er gott.  Vit hava ikki tikið nakrar avgerðir viðvíkjandi tónleikinum. Í ár var aktualitetur leisturin fyri tónleikaúrvalið, og eg vænti, at tað verður samið leistur næsta ár. Men eg kundi eisini væl hugsað mær, at vit eisini høvdu onkra góða tónleikauppliving við, sum var við, tí hon var góð. Vit ætla ikki at skera í játtanini, heldur brúka meira pening til tónleikanøvn.
Í ár vóru nakrir trupulleikar við skipum, men Strandferðslan hevur við serligum ferðaætlanum til Summar Festivalin og ovastevnuna skapt presedens, og tí verður væntandi eingin trupulleiki við at fáa eykatúrar til næsta MjúS.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tróndur Enni, Jóansøkufestivalurin 24. juni 2006      
 
Vit hava eftirmett Jóansøkufestivalin, og halda at hann gekk væl. Vit høvdu nakrar greiðar ætlanir og tær eydnaðust allar. Vit vildu hava ein festival sum gav fólki góðan tónleik í góðum kørmum. Maturin skuldi vera góður og fólk skuldu hava tað stuttligt. Alt hetta lukkaðist.
Tá AS Sweet spældu var fantastiska lívligt, fólk høvdu tað ordiliga stuttligt. Tiltakið mól eisini runt, so tað er gott.
Skúlagarðurin riggaði væl sum konsertstað. Festivalurin verður tó fluttur í 2006, tí Jóansøkan fer til Vágs, men hevði nokk eisini verið flutt alíkavæl tí ein skúlagarður er ikki serliga romantiskur. Vit hugsa um at halda hann á Vágseiði. Vit høvdu eisini onkur onnur pláss í huganum í ár, men høvdu ikki tíð at skipa fyri tí, tí varð skúlagarðurin ein neyðloysn.
Vit hava ikki tosað um 2006 enn, men fara ivaleyst at umskipa tiltakið eitt sindur, royna at gera alla Jóansøkuna meira spennandi, og fáa alt at virka sum eina heild. Nýggi Smyril er eisini komin tá, so
tað ger alt meira spennandi, fyristilla tær livandi tónleik umborð á Smyrli.
Eg haldi annars at summarið hevur verið fantastiskt, so nógv verðins nøvn hava verið í Føroyum, og vit hava upplivað so nógvan góðan tónleik. Tað einasta keðiliga við øllum hesum er, at sandingar valdu sama dato - tað er keðiligt. Tað, at teir ætla at gera tað aftur í 2006 er øðiliga ljótt av teimum. Tað er tápuligt at skapa sovorðið klandur, vit hava ikki brúk fyri split á føroyska tónleikapallinum.
Tey vóru eisini øðiliga ljót í ár, tá tey yvirbjóðaðu okkum í royndini at fáa Saybia at spæla. Vit høvdu ikki nógvan pening, men høvdu næstan fingið eina avtalu upp á pláss við Saybia, tá sandingar knappiliga bjóðaðu meira pening.
Eg vóni eisini at Strandferðslan fer at verða betur við næsta ár. Vit leggja nógva orku og pening í festivalin, og tá tey kunnu sigla til hvørt møti norðanfyri, so er tað ótrúligt, at tey ikki kunnu seta ein eykatúr inn í sambandi við festivalin. Sjóvegurin er okkara oyggjarvegur.
Tað var gott at Strandferðslan setti eykatúrar til Summar Festivalin, men eisini tá áttu teir at havt fart úr Havn við Smyrli, tí har var kaos í
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jón Tyril, G! 20.-22. juli 2006
 
Vit hava eftirmett við fleiri partar, og fáa skrivligu eftirmetingina innan hvørt øki 1. september.  Festivalurin í ár var ein góð roynd, við kanska 7000 túsund fólkum á festivali fingu vit trykkprøvað alt. Vit hava altíð ætlað at havt 5000 fólk á G!, og í ár náddu vit hesum, og eitt sindur afturat, vit høvdu 6.000 fólk við armbandi inni, og so vóru vit yvirrend av øðrum fólki, sum vildu inn. Hetta skapti ov stórt trýst á eitt nú matsølurnar, og vesini, so hetta skal betrast.
Vit eru sikkur í, at vit eisini selja út næsta ár, og fara tá at halda okkum til umleið sama tal, 5000 ella kanska hækka tað til  6000. Men so ætla vit at gera økið eitt sindur størri, fyrst og fremst við at pumpa sand inn á Gøtusand. Sandurin er nokkso svikaligur, at hava við at gera. Vit pumpaðu eitt sindur inn í ár, men tað var dekan ov seint, so vit fara í gongd tíðliga næsta ár.
Vit fara nokk eisini at skerja talið á luttakandi bólkum eitt sindur niður næsta ár, 40 bólkar var í meira lagið. Tá so nógv fólk er á festivali, so tekur tað tíð at ferðast millum pallarnar, tí var skráin eitt sindur knøpp. Eini 35 bólkar er nokk meira passandi.
Hóskvøldið riggaði væl í ár, men vit vóru tikin eitt sindur av bóli av hvussu nógv fólk kom, so tað skal skipast betur næsta ár.
Tónleikaliga ætla vit ikki at bakka nú. Vit eru farin undir at fyrireika G! 2006 og har verður sami leistur nýttur; ein fjølbroytt skrá, sum nøktar allan smakk, og sum er viðkomandi. Vit vita ikki, hvørji nøvn vera enn. Vit  hava tosa við onkran, men ikki gjørt narkar endaliga avtalur enn. Men tað ræður eisini um at finna útav hvat er møguligt, og hvat av tí møguliga passar til okkara skrá.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kaj Johannesen, Ólavsøkukonsertin 27. juni 2006
 
Næsta summar fyllir Ólavsøkukonsertin 20 ár, og fyrireikingarnar eru so smátt farnar í gongd, tí hetta skal sjálvandi feirast. Men vit vilja ikki binda okkum ov nógv. Vit í Føroya Undirhalds Tónleikarafelag skipa í løtuni fyri skeiðum og konsertum saman við djbfa. Vit vilja í hesum sambandi royna at fáa nøkur ung fólk við í nevndararbeiðið í FUT. Tað hevði tí ikki verið rætt, um vit tóku ov nógvar avgerðir uttan um og vegna komandi nevndarlimir.
Vit í FUT gleðast annars um allar festivalarnar, sum hava verið í summar. Fyri okkum sum áhugafelag er tað í okkara áhuga, at limir okkara hava flest møguligar pallar at framføra á.
Tí valdu vit t.d. ikki at kunngerða nøvnini á Ólavsøkukonsertini, fyrr enn hinir festivalarnir høvdu selt rættuliga fitt av atgongumerkjum, og vóru komnir fyri seg. Vit vildu ikki liggja í beinleiðis kapping við hinar.
Í ár samstarvaðu vit við Summar Festivalin um teknisku útgerðina, tøkningarnir og um armbondini, vónandi kemur G! við í hetta samstarvið næsta ár.
Tað at Tim Christensen skuldi spæla setti stór teknisk krøv, tí var m.a. ein ljóðpultur leigaður úr Danmark, og tveir ljóðmenn komu úr Danmark at passa hann. Konsertin ljóðaði sera væl.
Tað hevur sínar fyrimunir at spæla í einum garði, har vindurin ikki stjelur ljóðið, sum hann ofta ger á uttandura konsertum.