Summarfestivalurin er á skránni. Fyrstu tónarnir ljóða í kvøld, og alla síðstu viku og fram til í dag hevur verið stórt fyrireikingarvirksemi í Klaksvík.
Í gjárkvøldið skuldi botnur leggjast í góða hýrin millum norðoyingar, tá ið KÍ hevði vitjan av B68. Men í staðin fyri at trý stig vórðu sett á soltnu kontina, vóru klaksvíkingar blíðir, og B68 takkaði fyri. Toftamenn vunnu 1-0, og harvið eru fyritreytirnar hjá hesum báðum liðunum, sum alt kappingarárið hava verið partur av niðara endanum av kappingini, broyttar soleiðis, at nú er KÍ saman við B68 bara trý stig frammanfyri tey bæði aftastu.
Einasti málskjúttin var blaðungi og sera evnaríki Jóan Símun Edmundsson, sum fram ímóti dystarenda eftir frísparksinnlegg frá Jann Inga Petersen við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Fagnaðurin var stórur millum gestirnar, og heimafólkið fór til hús við tí staðfesting, at talan eftir øllum at døma verður um rættuliga strevið fótbóltsheyst, hóast navnaskiltini kundu boðað frá, at KÍ skuldi átt gott fótbóltslið.
Í summar er Rógvi Jacobsen lagstur afturat KÍ liðnum. Hetta hevur tað verið tosað og skrivað nógv um. Ikki so nógv hóvasták hevur verið gjørt burturúr, at B68 hevur fingið tríggjar nýggjar spælarar. Ein teirra, Pól Jóhannes Justinussen, var ígjárkvøldið í miðverjuni saman við Jóhan Dávurin Højgaard. Setningurin hjá hesum báðum var at taka sær av Rodrigo og Rógva Jacobsen. Tað megnaðu teir meistarliga væl. Teir plaseraðu seg væl, dugdu væl at meta um, nær teir skuldu bíða, og nær teir skuldu leypa á, og í luftkrígnum vóru teir eins stinnir sum toppskjúttin á landsliðnum.
Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið bóltin nógv størsta partin av tíðini. Men málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. Konseptið var at fáa breidd og dýpd í spælið, eitt nú við diagonalsendingum aftur um bakverjarnar. Men tað eydnaðist ikki serliga væl. Joe Zewe í høgru og Heðin á Lakjuni í vinstru megnaðu bara hendinga ferðina við ferð at bróta ígjøgnum fyri síðani at leggja innfyri.
Orsøkirnar til at tað ikki eydnaðist, sum tað var ætlað, vóru fleiri. Ein var, at ferðin, neyvleikin og tyngdin í uppspælinum ikki var, sum hon skuldi havt verið, um tað skuldi eydnast at taga tøttu toftaverjuna sundur. Ov nógvar sendingar vóru ov lítið neyvar, og tað bar við sær, at tað var lætt hjá mótstøðuliðnum á egnari hálvu at seta fólkið soleiðis, sum tað skuldi setast.
Ein onnur orsøk – og hon var ikki minni eyðsýnd – var tann, at B68 hevði lúrt taktikkin av og avgreiddi sín setning meistarliga. Arnbjørn Danielsen og Øssur Hansen hava so nógvar royndir sum fáir. Teir vístu væl, hvussu tað skuldi tettast í borðunum, og teir vistu, hvussu teir skuldu bera seg at, tá ið teir reyðu høvdu fingið fatur á bóltinum.
Jann Ingi Petersen og Ndende stóðu seg heilt væl í sentrala miðvallar stríðnum, og fleiri ferðir vístu toftamenn tenn í snarálopum. KÍ hevði bóltin mest í 1. hálvleiki, men talan var um klárt besta málmøguleikan, tá ið Ndende, sum var blankur mitt fyri málinum, eftir innlegg úr vinstru frá Keita, við høvdinum stýrdi bóltin upp um tvørtræið.
Í 2. hálvleiki vísti B68 meiri mót og áræði. Tað tóktist sum um, at 1. hálvleikur hevði sannført teir um, at tað kundi bera til at fáa fulla úrtøku. Alt bendi á málleysan javnleik, eftir at Brian Andrésen í 2. hálvleiki hevði misnýtt orduligan direktør, men so var tað, at toppskjúttin á U19 landsliðnum tryggjaði teimum øll stigini og samstundis legði dempara á festivalhugin í Klaksvík!










