Summar Festivalurin hevur gjørt ein lummafaldara við øllum hugsandi praktiskum upplýsingum um ársins festival. Í faldaranum kanst tú fáa upplýsingar um tjaldbygdina, kunningardisk, Silvaland, trygd og mangt annað.
Eisini er skráin fyri Summar Festivalin prentað í faldaranum, so tað ber til at hava skránna í lummanum.
Faldarin fæst millum annað í Kunningardiskinum á Summar Festivalinum, og hann fæst í løtuni eisini á Torginum í SMS.









