Festibóndin - er almennur stjóri

Kunnu stjórarnir á Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu fáa sínar fyritøkur ókeypis?

Í tíðindasendingini hjá ÚF 11. og 14. juni var bóndin í Koltri ógvuliga vísur í, at hann hevði teir politisku flokkaranar á síni síðu, og hann helt fyri vist, at landsjørðin fór at verða givin burtur til bøndurnar.
Uppá fyrispurning til Føroya Jarðaráð verður svarað, at 400 festibøndur skylda 125 mill. kr. til Føroya Jarðaráð. Hesir festibøndur hava alt frá nøkrum fáaum gyllin til 20 merkur.
Nøkulunda um somu tíð, sum stjórin í Føroya Banka var settur at umsita landsins ogn, yvirtók ein ávísur bóndi eitt festi (landsjørð) at umsita. Hann skuldi verða stjóri á garðinum hjá landinum.
Bankastjórin hevur við sínum virkispolitikki latið avkast (vinningsbýti) til landskassan, upp til eina milliard krónur síðani hann kom til. Bankastjórin fær sína føstur løn, men so heldur einki meir.
Bóndin, sum bleiv settur sum stjóri á landsjørðina, hevur lánt pening upp á "okkara" jørð og avkastið kann hann brúka, um hann vil persónliga. Greina út kunnu vit siga, at bóndin tekur lán uppá "okkara jørð", sáar veltir, og selur mjólkina, eplini, o.a. Peninginum kann hann rinda lánini við, men úrslitini vísa nakað annað.
Vitandi um, at skuldin hjá bóndrunum nú er komin uppá 125 milliónir, sigur tað seg sjálvt, at garðarnir eru riknir uttan mál og mið. Tó skal sigast, at tað eru undantøk, har festigarðurin er rikin fyrimyndarliga og enntá rindar fyri tvey ársverk og næstan uttan lán.

Ikki uppá tal
At skuldin nú skal avskrivast og bøndurnir skulu hava garðarnar til gávus, eigur ikki at koma uppá tal. Tað skilaloysið, sum hevur valdað á festijørðini átti heldur at fingið avleiðingar fyri festibóndirnar. Við hálvum eyga sæst, at bóndin ikki hevur røkt sínar skyldur, tí skuldin til Føroya Jarðaráð bara veksur, og máttloysið valdar í politiska systeminum, hjá bóndanum og hjá Føroya Jarðaráð.
Bankastjórin var helst valdur út eftir útbúgving, royndum og úrslitum, hann kundi vís á. So vítt fólk vita um, so hevur nøkur upptøkuroynd ongantíð verið, gjørd tá ið garðar skifta eigara, t.v.s. fær nýggjan stjóra. Tá ið garður skal yvirtakast er tað ein sjálv-fylgja, at næsti maður í familjuni tekur yvir. Men hvørjar eru kvalifikatiónirnar, jú hann er í flestu førum sonur "gamla" bóndan, og so tað nóg mikið.
Ein persónur, sum hevur útbúgving úr Íslandi, sum búfrøðingur (á donskum landbrugskandidat) kundi saktans kvalifiserað seg til at yvirtykið ein miðal bóndagarð í Føroyum, ja vit kundu farið so langt, at slaktarin í SMS eisini hevur kvalifikatiónirnar. Tað at taka lán, velta bøin, og stórt sæð ikki rinda fyri lánini, kunnu øll gera. Ímyndið tykkum hvørji ágóðar bankastjórin kundi farið avstað við, um hann hevði somu treytir sum festibóndin í dag.

Bóndagarðarnir eru fólksins ogn
Á jøvnum føti við fiskiríkidømi, er okkara landbúnaðarjørð eisini fólksins ogn.
Um vit tosa um vinnutól, so keypir t.d. skipaeigarin sjálvur síni vinnutól, brúkar veiðu-rættindini og rindar fyri tað lán, hann hevur tikið uppá bátin. Bóndin í útvarpinum segðið, at hann roknaði við, at garðarnir blivu latnir bøndrunum til gávus um ikki so langa tíð, tí tað stóð í lánbúnaðarálitinum.
Torir bóndin at siga føroya fólki hvussu stór skuldin hjá hvørjum einstøkum garði er, sum teir sjálvir hava lánt upp um skorsteinin. Júst festibóndirnir hava prógva, at teir ikki er førur fyri at reka vinnutólið (garðin), tí hann klárar ikki at rinda skuldina aftur. Bóndagarðarnir eru fólksins ogn, og í samgonguskjalinum stendur:
"Almennar fyritøkur kunnu, um Løgtingið samtykkir tað, selja ella skipa fyri nýtekning av partabrøvum, sum verða boðin út - lutvíst sum starvsfólka-partabrøv, til almenningin og/ella til strategiskar íleggjarar. Málið er, at landskassin fær sum mest burturúr, og at selt verður til hægstbjóðandi."
Sum tað sæst, so ynskir politiska skipanina at fáa sum mest burturúr, um seljast skal, men tað hevur bóndin í úvarpinum ikki nevnt við einum orði.

Mjólka mjólka og aftur mjólka:
Nú er nóg leingi mjólkað, og halda bóndurnir ikki tátt, um at garaðarnir skulu "einskiljast" til teir sjálvar fyri einki, so eru teir til tað turra grin. Hvat sigur bóndin í útvarpinum til, at stjórarnir á Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu fáa sínar fyritøkur ókeypis, nei her er helst galdandi, at hetta er ikki tað sama vit tosa um. Jú, vit tosa um eiskiljing har landsins ogn verður boðin út til hægstbjóðandi. Hví skal garðurin hjá festbóndrunum ikki bjóðast út - nei, nú er nokk mjólka. Metodurnar hjá Mugabe í Zimbabwe, at rudda teir hvítu av gørðunum við skotvápnum, eru forkastiligar. At teir føroysku bóndurinir vilja lóggeva seg til garðarnar er eisini forkastuligt, tí hetta er rán av landsins ogn.
Nei. minnist nú til, at tit eru almennir stjórar á landsogn, og tit hava ikki persónligan rætt til almennu ognina heldur enn stjórin á t.d. Skógrøkt Landsins, Føroya Fiska-virking, Føroya Fiskasølu, Atlantic Airwais, Føroya Tele og stjórin á Roynd-arstøðini/Alm.Royndir í Kollafirði.