- Vit taka okkum ikki ov seriøst, siga tónleikarar í Grandma’s Basement, sum spælir á Summar Festivalinum í august
Nakrar av lívligastu og festligastu framførslunum á Summar Festivalinum hava verið, tá ið Grandma’s Basement hevur spælt í stóra tjaldinum. Klaksvíksbólkurin við teimum fangandi sangunum hevur sum fáur megnað at fingið áhoyrarafjøldina at liva og syngja við.
- Tá ið vit eru á palli sum Grandma’s Basement, skal tað ikki verða ov seriøst. Tað skal heldur vera fest og ballada, siga tónleikarar í Grandma’s Basement.
Grandma’s Basement spælir aftur á Summar Festivalinum í ár, og teirra framførsla verður sum vant á heimavøllinum í tjaldinum.