Fest í havnargøtum

Tað er í kvøld, at Tórsfest verður hildin í høvuðsstaðnum

Nógv virksemi er á havnargøtum í dag, nú tað einans stunda nakrir fáir tímar til, at ársins Tórsfest fer av bakkastokki.


Klokkan fýra í dag byrja fyrstu tiltøkini, tá Jensina Olsen fer at undirhalda børnini á Tórspalli, og síðan verður ikki støðga á fyrr enn ellivu tímar seinni.


Síðstu bólkurin á pall er føroyski bólkurin Swangah, sum nýliga hava útgivið eina nýggja fløgu. Bólkurin fer á pall á Vaglinum klokkan 02.15.


Ársins skrá er ein blanding av útlendskum og føroyskum bólkum og einstaklingum.


Millum teirra, ið fara at framføra á Tórsfest eru útlendskir bólkar sum John Martin og Michel Zitron úr Swedish House Mafia, Seeb, Dave Bickler úr Survivor, Poul Krebs, Michael Falch og íslendski Friðrik Dór.


Nakrir av føroyingunum, ið fara at framføra eru Konni Kass, Swangah, Marius, Hamradun, Páll Finnur Páll, Janus W. Mortensen og Jákup Eli Joensen.


Harumframt fara Jensina Olsen ogTrøllaomman at hava okkurt til børnini.


Tað er Tórshavnar Ítróttaráð, ið skipar fyri Tórsfest.