Tað nyttar lítið at renna til handils. Har kanst tú ikki keypa feskt føroyskt lambskjøt. Men sørimi um tú ikki fært turt kjøt til keyps í handlum!?
So er bara eitt at gera, at leita eftir innfluttum lambskjøti í frystidiskunum. Hendan dagin fann eg vælkenda íslendska og nýsælendska lambskjøtið. Og so eisini lambskjøt av Falklandsoyggjunum.
Forkunnugt hugsaði eg. Men kundi ikki lata vera við at ristast á høvdinum. Lambskjøt úr øllum heraðshornum, men einki lokalt lambskjøt at keypa. Tað má vera eindømi í heiminum.
Eg valdi at keypa tjógv við nøkulunda somu stødd og so steikja í ovninum.
Skoðsmálini eru latin í mun til reinleika og kraft í smakkinum.
Prísurin er ikki settur á, av tí at nógv tilboð eru í løtuni, men kg-prísurin er nakað tann sami.
Lambstjógv av Falklandsoyggjunum (Miklagarður)
Kraftmikil smakkur av gamlari ær, als ikki av lambskjøti. Hetta vokskenda slær ov nógv ígjøgnum. Annars moyrt og sevjumikið. 2 stjørnur **
Lambstjógv úr Íslandi (FK)
Sera kraftmikil og reinur smakkur av lambskjøti. Sera moyrt og sevjumikið. Fyrstafloks vøra úr brøðratjóðini. 5 stjørnur *****
Lambstjógv úr Nýsælandi (Miklagarður)
Sera reinur, men rættiliga veikur smakkur. Kjøtið er moyrt og gott, men alt ov neutralt at smakka. 3 stjørnur ***










