Feskfiskaflotin í trupulleikum

- Vinnulívsmenn verða kallaðir kraddarar og verða lagdir undir at ræna ogn Føroya fólks, sigur Jákup Sólstein, sum var ein av fyriskiparunum av fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík

Ráðstevna

 

Ein av niðurstøðunum, sum fyrireikararnir til stóru fiskiráðstevnuna í Klaksvík, høvdu gjørt sær undan sjálvari stevnuni, er, at stórur partur av fiskiflotanum hevur trupulleikar.

- Útlitini hjá feskfiskaflotanum í 2007 eru ikki av teimum bestu.

Tað ásannar Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, sum hevur verið við til at fyrireika ráðstevnuna.

- Høgir oljuprísir, hækkandi renta, trupulleikar við at fáa fólk og versnandi fiskiskapur eru við til at gera støðuna hjá fleiri skipabólkum trupla.

Jákup heldur, at tað má vera eindømi í vesturheiminum, at størsta vinnan í einum landi, sum í okkara føri stendur fyri umleið 94% av útflutninginum, er fyri so hørðum ágangi, sum okkara fiskivinna er.

- Vinnulívsmenn verða kallaðir kraddarar og verða lagdir undir at ræna ogn Føroya fólks, sigur hann.

Formaðurin í Reiðarafelagnum sigur, at henda ferðferð hevur havt við sær, at hópur av vinnulívsmonnum, ið vóru við til at seta gongd á búskapin eftir kreppuna fyrst í nítiárunum, í dag hava selt síni vinnutól.

- Hesi veiðitól eru í stóran mun seld til samtøk, har útlendskur kapitalur í ríkiligt mát er inni í myndini, sigur Jákup Sólstein.

Hann heitir tí á myndugleikarnar um at geva vinnuni sømiliga viðgerð og sømilig kor.

- Fiskivinnan stendur fyri størsta partinum av útflutningi Føroya, og lønútgjaldingarnar hjá fiskiídnaðinum á sjógvi og landi eru umleið 20% av løngjaldingunum í Føroyum.

Sum formaður í Føroya Reiðarafelag heitir hann staðiliga á myndugleikarnar um at nýta vit og skil í viðgerðini av okkara fiskivinnu.

Hann sigur, at neyðugt er at skipa so fyri, at Føroyar framhaldandi mugu hava ein vinnubygnað, sum ger tað møguligt hjá monnum at eiga skip ellla útróðrarbát.

- Fiskivinnan ynskir at virka í positivum samljóði við samfelagið, soleiðis at okkara virksemi bæði lívfrøðiliga, sosialt og búskaparliga er burðardygt – fyri skip, manningar og samfelag, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag og ein av fyriskiparunum av fiskivinnuráðstevnuni.