Tað eydnaðist í dag Fernando Alonso at vinna Formula 1-koyringina á Silverstone breytini í Bretlandi. Red Bull koyrarnir, Sebastian Vettel og Mark Webber, komu á mál sum ávíkavist nummar tvey og trý.
Níggjunda Formula 1-koyringina í ár hevur verið í dag. Fyri fyrstu ferð síðani oktobur í fjør, kom ein Ferrari bilur fyrst á mál. Tað hevur annars verið Sebastian Vettel, ið hevur einaráðandi í ársins kapping. Tað gekk eisin væl hjá honum fyrstu umførini á Silverstone breytini, men eitt heldur miseydna pitstop gjørdi, at Fernando Alonso miðskeiðis í koyringini kundi leggja seg á odda. Har megnaði hann at halda seg líka til 52. og seinasta umfar, og kom fyrstur á mál.
Hvørgin av bretinum, Lewis Hamilton ella Jenson Button, megnaði at koma á heiðursmerkjapallin. Lewis Hamilton kom á mál á fjórða plássi, meðan Jenson Button mátti gevast eftir eitt miseydna pitstop, har hjólið fremst í høgru ikki var sett rætt á.
Støðan í dag sæst HER
Sebastian Vettel liggur framvegis langt fremst í samlaði einstaklinga koyringini. Hann hevur heili 204 stig, meðan liðfelagin hjá honum, Mark Webber, hevur 124 á øðrum plássi. Við sigrinum í dag kemur Fernando Alonso upp á 112 stig á triðja plássi.
Samlaða støðan í Formula 1 sæst HER
Red Bull Renault liggur fremst í liðkappingini við heili 328 stigum. Teimum næstir koma McLaren-Mercedes og Ferrari við ávíkavist 218 og 164 stigum.
Samlaða støðan í liðkappingini sæst HER










