Ferrari - bilurin tey flestu bert droyma um

Tá talan er um frekar sportsbilar, er Ferrari ikki til at koma uttanum. Flestu smádreingir kenna teir reyðu bilarnar við elegantu linjunum, sum oftast hava fleiri enn 400 hestakreftir innbygdar

Bilarnir hjá Ferrari eru tó nakað, sum flestir føroyingar bert kunnu droyma um - annaðhvørt tí teir ikki hava ráð til ein Ferrari, ella tí vegakervið í Føroyum forðar bilinum í at koma til sín rætt.
Ferrari er italskur bilur, og fabrikkin hjá Ferrari ger bert sportsbilar og rasarar. Tað var Enzo Ferrari, sum í 1946 stovnaði felagið, sum í dag heldur til í Maranello, tætt við Modena í Italia.
Fyrsti bilurin hjá Ferrari kallaðist 125C Sport frá 1947, og motorurin var ein 1,5 liturs V12.
Bilarnir hjá Ferrari hava sum oftast V8 ella V12 motorar, sum altíð eru sera væl tunaðir, og ljóðið er til at kenna aftur. Umframt tað liggja teir serstakliga væl á vegnum.
Áðrenn Ferrari tók dik á seg í 1990unum, hildu fólk ofta um bilarnar, at teir ikki vóru álítandi. Men tey sum keyptu Ferrari, tey ríku, sóu hetta sum ein part av bilinum, ið mest sum hoyrdi til.
Í dag er ongin ivi um, at Ferrari er til at líta á, serliga um hugt verður eftir Formel 1. Michael Schumacher vinnur ferð aftaná ferð í sínum reyða Ferrari bili, og hetta hevur gjørt nógv fyri umdømið hjá Ferrari.
Kappingin á sportsbila-marknaðinum er hørð, men enn ber til at siga, at Ferrari er fremsta merkið. Til dømis siga teir, sum eiga Ferrari, at Porsche-bilar mest sum bert eru sum dýrar rulluskoytur.
Tað er Fiat, sum eigur Ferrari-fabrikkina, og tískil hava nakrir Ferrari-bilar somu viskarar sum Fiat-bilar.
Tað er skjótt at kenna ein Ferrari á gøtuni, men skuldi tú verðið í iva, hygg so eftir einum hesti, sum stendur á bakbeinunum við gulari bakgrund. Ert tú í Føroyum, skalt tú helst bíða leingi eftir einum slíkan.
Hevur tú hug at keypa ein Ferrari, far so inn á www.ferrari.it og bíða, inntil tú sleppur framat. Verð eisini til reiðar at punga út við góðum fýra milliónum krónum ella fleiri. Og set síðani nokk av peningi av til bensin og verð altíð á varðhaldi, tá tú í tínum reyða Ferrari sært onkran fittan Ford Mondeo á vegnum. Skuldi tað hent seg, trýst so á, og løtu seinni skuldi tann vandin verið av.

hans@sosialurin.fo