Tað er evnaríki fuglfirðingurin, Helgi Midjord, ið hevur málað við olju á lørift, og til 8. august verða 14 málningar hjá honum at verða sýndir fram í Ribarhúsi. Ferniseringin verður leygardagin kl 21. juli kl.16.00. Helgi fer sjálvur at spæla klassiskan gittara og syngja til ferniseringina. Hann hevur smíðað løg til yrkingar eftir Janusi Djurhuus og øðrum føroyskum skøldum. Umframt fara teir báðir, Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen, at syngja týddar vísur hjá Evert Taube.
Gallarí Ribarhús er opið somu tíðir sum Piddasa handil, gerandis- & sunnudagar 15-17.30 og leygardag 11-13.
Hyggið eisini inn á heimasíðuna www.ribarhus.com. við myndum og søgu bæði frá handlinum og gallarínum.










