Jóannes hevur mála í mong ár, og sýndi hann fram fyrstu ferð í 1965. Tað var í Runavík, í kjallaranum hjá Karl Jóhan Hansen, har býráðið heldur til í dag.
Á framsýningini eru 25 nýggjar akrýlmálningar, sum eru málaðir í vetur.
Fernisering verður fríggjadagin kl. 17, har Jóannes S. Hansen spælir harmoniku og Monika Stauss Joensen spælir violin
Myndevnið er rættuliga naturalistiskt, við denti á hvussu ymsu árstíðirnar, samdøgrið og dagligu ljóssamansetingarnar hátta sær.