Fernando Torres er liðugur at spæla fótbólt, hetta kunnger hann á Twitter í morgun. 35 ára gamli spaniólin hevur seinastu árini verið ein av mest eyðsýndu áleyparunum í Evropa, og tað er ein sorgarleikur, at fyrrverandi Liverpool spælarin stegðar sínari yrkisleið. Hann sigur soleiðis á Twitter
- Eg havi nakað rættliga týdningarmikið at kunngera. Eftir 18 ómetaliga spennandi ár er tíðin komin at takka fyri meg og stegða mínari yrkisleið sum fótbóltspælari. Eg fari at halda ein tíðindafund sunnudagin, har eg fari at greiða frá mínari avgerð.
Fernando Torres er føddur í Madrid, og síðan hann var 15 ár hevur hann spælt við stóra høvuðstaðarfelagnum Atletico Madrid. Í 2001, á bert 16 ára aldri, kom Torres á besta liðið hjá Atletico Madrid. Hann spældi fyrsta dystin fyri felagið í 2002 og megnaði at skora 75 mál fyri Atletico Madrid í 174 dystum í bestu sponsku deildini.
##med2##
Fimm ár eftir at Torres spældi fyrsta dystin fyri Atletico Madrid, valdi hann at fara frá barndomsfelagnum til enska stórfelagið Liverpool FC, og tað er nokk tíðina hann hevði í Liverpool, at flest fólk minnast hann fyri. Torres riggaði ómetaliga væl í Liverpool, og hann gjørdist skjótasti Liverpool leikarin nakrantíð at skora 50 mál, hetta er tó eitt met, ið hann ikki hevur í dag.
Torres fór síðani frá Liverpool til Chelsea í 2011, fyri 420 milliónir krónur, sum tá gjørdi hann til dýrasta spanska fótbóltspælara nakrantíð. Tíðin hjá Torres í Londonfelagnum gekk ikki rættliga eftir ætlan, og nógvir skaðar elvdu til, at hann ikki hevði sama skjótleikan, ið hann áður hevði víst. Hæddarpunktið hjá Torres sum Chelsea leikari kom í 2012, tá ið hann skoraði málið, ið sendi Chelsea í Champions league finaluna. Chelsea vann champions league finaluna, og Torres átti stór partabrøv í tí steypinum.
Í 2014 fór Torres til AC Milan, tað eydnaðist honum ikki serliga væl, og bert eitt ár seinni valdi hann at fara aftur til barndomsfelagið Atletico Madrid. Hæddarpunktið í yrkisleiðini hjá Torres var uttan iva, tá ið hann í 2010 vann heimsmeistaraheitið við spanska landsliðinum. Í finaluni hevði hann stóran leiklut í málinum, ið vann Spania sítt fyrsta heimsmeistaraheitið í søgu landsins. Tað seinasta árið, hevur Torres spælt í Japan, og hetta er helst eitt gott tíðspunkt hjá sponsku legenduni at leggja gaggurnar á hillina.