Fernando Alonso vann skandalukoyring í Monako

Fernando Alonso fekk uppaftur størri glopp niður til mannin á næsta plássi í kappingini um heimsmeistarheitið í eini sera spennandi koyring, ið tó stendur í skugganum av kontroversiellu parkeringini hjá Michael Schumacher, ið hevði við sær at hansara byrjunarstøða var kolldømd

Formil1

Fernando Alonso vann sannførandi á formil 1 breytini í Monako, heili sekstan sekund vóru millum hann og Juan Pablo Montoya á øðrum plássi, men tekniskir trupulleikar skuldu til, áðrenn sigurin gjørdist sannførandi, tí bæði Kimi Räikkönen og Mark Webber pressaðu hann hart inntil teirra bilar brendu saman.
Koyringin var merkt av tøttum nærdystum, har bilarnir vóru býttir upp í tríggjar bólkar, ið innanhýsis lógu sera tætt. Eisini vóru nógvar yvirhálingar í eini sera spennandi koyring.
Fyri Trulli tyktist vend endiliga at vera komin í kappingarárið, ið er byrjað sera illa fyri italiumannin, men við fimm umførum gav hansara Toyota bilur upp andan, meðan Trulli var á triðja plássi.
Stóra yvirraskilsi var David Coulthard, ið koyrdi sín Red Bull á triðja pláss. Eitt pláss, ið liðfelagin Christian Klien ivaleyst hevði fingið, var hansara bilur ikki steðgaður upp við fáum umførum eftir.
Michael Schumacher megnaði at koyra seg úr seinastu byrjunarstøðu upp á fimta pláss, og hetta var eitt plástur á sárið fyri eitt vikuskiftið har hansara umdømi veruliga fekk ein svartan blett.
Hetta vikuskiftið í Monako var annars merkt av ósportligum atburði. Fyrst var tað parkeringin hjá Michael Schumacher og forðingin hjá Fisichella í tíðarkoyringini, ið teir báðir vóru revsaðir fyri, síðan var tað byrjanin har Albers skumpaði liðfelagan Monteiro. Síðan gjørdi Fisichella sær ómak, við at lata Alonso koma skjótt framvið sær, men forðaði Räikkönen og Webber at sleppa skjótt framvið sær, tá teir tríggir fremstu fóru eitt umfar framvið honum. Hetta legði alt ein myrkan skugga yvir eina annars frálíka koyring.
Við sigrinum vaks Alonso um munin niður til Michael Schumacher í kappingini um heimsmeistaraheitið til 21 stig.