Formual 1: Ferrari hevur fingið eina heldur vánaliga byrja upp á Formula 1 kappingarárið, men tá tað fór at regna í Maleisia í morgun broyttist støðan. Fernando Alonso kom á mál stutt frammanfyri Sergio Perez í sínum Sauber bili, meðan Lewis Hamilton kom á mál á triðja plássi.
McLaren-Mercedes koyrarnir, Lewis Hamilton og Jenson Button, vóru favorittar at vinna eftir at teir á øðrum sinni vóru skjótastir í tíðarkoyringini. Bilurin hjá Ferrari hevur ongan møguleika í turrum veðri, men í regninum ber til.
Fernando Alonso er nú fremst í samlaðu støðuni, eftir at Jenson Button, sum vann fyrstu koyringina í Avstralia, einki stig fekk í Maleisia.
Úrslitini frá Grand Prix kappkoyringini síggjast HER
Samlaða støðan sæst HER