Superliga
Hetta upplýsir FCK í stuttum tíðindaskrivi.
Heine Fernandez kom fyri einum ári síðani til høvuðsstaðarfelagið, har hann gjørdist danskur meistari í fyrstu royndini, og stóran part av tíðini hevur hann verið fastur fúsur á liðnum.
Av og á hava illstøður staðist millum bersøgna áleyparan og líka so bersøgna ítróttastjóran í felagnum, Niels Christian Holmstrøm, og hugsast kann, at hetta hevur havt sína ávirkan, uttan at nakað verður nevnt um hetta í tíðindaskrivinum.
Leiðslan hjá FCK sigur, at FCK hevur sáttmála við Fernandez til komandi summar, men til ta tíð er áleyparin vorðin 36 ára gamal, og halda bæði leiðsla og leikari tí, at tilboðið frá AB er ov gott at siga nei-takk til.