Heini Fernandez var óhepni høvuðspersónurin í eini hending, sum hevur fingið umrøðu í bæðí Se & Hør og í Ekstra-Blaðnum.
Undir eini veitslu, sum Ekstra-Blaðið og danska spælarasamabndið, skipaðu fyri tann 9. desember, var hann heldur áhaldsin, tá hann og fýra aðrir leikarar skuldu fara heim.
Teir sótu í bilinum hjá Mohammed Zidan, sum ætlandi skuldi koyra bilin, men tá hesin fór úr bilinum at kanna eitthvørt, gjørdi Fernandez skjótt av. Hann setti seg á forsetrið og setti bilin í bakgear, men ólukkutíð stóð ein annar bilur skamt ífrá, og endin varð ein samanstoytur.
Vitnir, sum sóu tilbuðin, meldaðu alt fyri eitt, og stutt eftir kom løgreglan á staðið, har Fernandez varð handtikin fyri brotið, og nú kann hann so rokna við at skula ein túr í rættin, har dómarin eftir øllum at døma