Ferjuvanlukka kravt mong mannalív

Myndugleikarnir í Bangladesh bera ótta fyri, at ein ferjuvanlukka har hevur kravt eini 150 mannalív. Tað vóru umleið 200 fólk við ferjuni, og higartil eru 35 funnin aftur á lívi.

-Ein onnur ferja tók 35 fólk upp, men tað eru umleið 150, sum vit ikki hava funnið, sigur løgregluovastin Shahidul Islam við fjølmiðlarnar.

Vanlukkan hendi, tá ferjan og eitt annað skip stoyttu saman á Meghne-ánni í landssynning úr høvuðsstaðnum Dhaka. Eitt av teimum bjargaðu ferðafólkunum hevur greitt frá, at nógv tey flestu ferðafólkini lógu og svóvu, tá vanlukkan hendi.

Tað eru rættiliga nógvar ferjur í Bangladesh, og vanlukkur eru heldur ikki óvanligar. Fyri einum lítlum ári síðani doyðu 32 fólk, tá ein ferja og eitt farmaskip stoyttu saman.