Fýra nýggjar ferjur fyri 150 milliónir krónur.
Stendur tað til Strandferðsluna og til landsstýrismannin í samferðslumálum, Johan Dahl, so verður tað veruleiki.
- Men fyri at tað skal kunna lata seg gera, má eg fáa ætlanina við í løgukarmarnar, sum vit eru í holt við at leggja í løtuni, sigur John Dahl.
Lagt er upp til, at tvær sama slag ferjur verða bygdar til ávikavist nólsyarleiðina og kalsoyarleiðina, og tvær sama slag ferjur verða bygdar til skúvoyarleiðing og fugloyar- og svínoyarleiðina.
- Gongur sum ætlað, verður farið undir projektering og at bjóða fyrstu ferjuna út í ár, og síðani er ætlanin at hesar ferjurnar skulu byggjast yvir trý ár, harav tann fyrsta skal fara av bakkastokki í 2013, sigur Johan Dahl.
Í sambandi við hesa ætlanina, verður fundur í Nólsoy í kvøld, har Johan Dahl fer at greiða nærri frá politisku ætlanunum. Eisini verður Jóan Petur Abrahamsen, skipsinspektørur hjá Strandfaraskipum Landsins við á fundinumsaman við stjóranum, Boga Mortensen, eins og umboð fyri skipasmiðjuna, MEST, verður við.
Eisini verða aðrir politikarar við á fundinum, eitt nú Bjarni Djurholm, Bjørt Samuelsen, Gunvør Balle, Poul Michelsen og innlendismálaráðharrin, Kári P. Højgaard.
Panelborð.
Skipsinspektørurin á Strandferðsluni fer at greiða gjøllari frá tekniska partinum av uppskotinum, og Bogi Mortensen fer at greiða frá yvirorðnaðu ætlanini.
Fundurin verður eisini skipaður sum ein panelfundur, har høvi verður hjá fundarfólkinum at seta spurningar viðvíkjandi nýggjum nólsoyarskipi.
Tað er ein trímannabólkur, sum hevur tikið stig til fundin, og í bólkinum eru Jákup av Skarði, Vígdis Bjarnadóttir og Terji Holm.
Tað var í mai 2010, at Ternan avloysti Rituna á farleiðini Tórshavn-Nólsoy, og sigast má, at bilferjan hevur roynst ógvuliga væl, og nógv betur, enn framman undan kundi roknast við.
Vansin við Ternuni er sjálvandi, at hon verður tikin úr nólsoyar farleiðini, tá okkurt er galið við Teistanum, og tí vilja nólsoyingar hava nýtt skip, sum burtur av verður nýtt á nólsoyarleiðini.
Eitt skitsuprojekt hevur leingi ligið á borðinum, men nýggju ætlanirnar snúgva seg um heilt annað slag av skipi, og tí verða gomlu tekningarnar tveittar í ruskílætið.
Fundurin í kvøld verður í skúlanum, og byrjar klokkan 19.00.