Ferjulegan myrkaløgd

Eitt ljós við ferjuleguna í Nólsoy lýsir ikki, og tí siglir Ternan ikki aftur fyrr enn í morgin

 

 

Eisini á nólsoyarleiðini er órógv á siglingini hjá Strandferðsluni, men har er tað ikki veðrið, sum ger um seg.

 

- Tað er eitt ljós við ferjuleguna, sum ikki lýsir, og so fær skipið ikki lagt at, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, við in.fo.

 

Hann sigur víðari, at sum hann hevur skilt tað, so verður ljósið ikki umvælt í kvøld, og tí siglir Ternan ikki aftur fyrr enn leygarmorgunin.